Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara, ið kann átaka sær at undirvísa í donskum, at byrjaá skúlanum 1. januar 2022. Talan er um tvey hold á A-støði, 8 tímar um vikuna. Møguleiki er fyrifleiri tímum, um ein eisini kann undirvísa …
Fríggjadagin var ein serligur dagur fyri næmingar í 3. flokki og FHS, tí teir fingið tikið mát til húgvur. Í summar skulu næmingarnir eftir ætlan gerast pisur og tí skulu studentshúgvur og FHS-húgvur, ið verða seymaðar eftir máti, bíleggjast longu nú.
Í gjár vóru næmingar frá Dekoratión og prýddu vindeygu í handlinum Reinfann á Tvøroyri. Dugnaligu næmingarnir høvdu funnið sær íblástur og gjørt nakrar ráðleggingar frammanundan, sum teir so settu í verk tá teir komu í handilin. Nú tíðin styttist til …
Í gjár varð Merkið vundið á stong bæði við skúlan í Hovi og við Miðnámsskúlanum, tí nú hevur serbreytin havt sín fyrsta skúladag. Yvirskipaða málið við serbreytini er at geva ungum við serligum avbjóðingum møguleika at nýta sínar gávur og …
Herfyri vóru næmingar úr 1.a, 1.x og FHS á smáttutúr í Vági. Ein sera væleydnaður og hugnaligur túrur við nógvum virksemi á skrá.
Fríggjadagin vóru næmingar og lærarar frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy ein gongutúr í Hvannhaga. Túrurin byrjađi við skúlan í Trongisvági, síðani varð farið farið til gongu niðan á Ranan. Frá Rananum helt leiðin fram upp á Rásina, eftir hetta gekk leiðin …
Miðnámsskúlin í Suðuroy fer komandi heyst at bjóða út serliga skipað miðnám, eisini kallað serbreyt. Ein serbreyt er eitt serliga skipað skúlatilboð til næmingar, ið ikki eru førir fyri at fylgja vanligari miðnámsundirvísing. Tilboðið er ætlað til ung eftir fólkaskúlan …
Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur tørv á trimum dugnaligum lærarum til nýggju serbreyt skúlans, ið verður staðsett í skúlanum í Hovi. Sum lærari á serbreytini fært tú høvi at seta tíni fingramerki á menningina av tilboðnum til ung við serligum tørvi. …
Í gjár vóru næmingar úr 2.x og vitjaðu Havgríms grøv í Hovi í samband við søgu undirvísing. Her eru nakrar myndir frá túrinum.
Í farnu viku luttóku 3 lið frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy í Skúlafótbólt í Vági. Gentuliðið og dreingjaliðið vunnu eitt flott 1. pláss og fingu hvør sítt steyp. So høvdu vit eisini eitt blandað lið, ið vann eitt 3. pláss. Vit …