Fríggjadagin var ein serligur dagur fyri næmingar í 3. flokki og FHS, tí teir fingið tikið mát til húgvur. Í summar skulu næmingarnir eftir ætlan gerast pisur og tí skulu studentshúgvur og FHS-húgvur, ið verða seymaðar eftir máti, bíleggjast longu nú.
Í gjár vóru næmingar frá Dekoratión og prýddu vindeygu í handlinum Reinfann á Tvøroyri. Dugnaligu næmingarnir høvdu funnið sær íblástur og gjørt nakrar ráðleggingar frammanundan, sum teir so settu í verk tá teir komu í handilin. Nú tíðin styttist til …