Hetta hevur verið ein hendingarík vika á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Ónsdagin høvdu næmingar ein 80ara temadag og í gjár var seinasti undirvísingardagur. Allir næmingar hava fingið síni ársmet og nú eru próvtøkurnar fyri framman.
Mánadagin var holdið í landafrøði B á útferð í kolanáminum. Jákup Jensen var við. Hetta var ein góður og læruríkur túrur.