Hósdagin 30. novembur var rektarin á Fróðskaparsetrinum, Martin Tvede Zacharisen og vitjaði skúlan, har hann helt ein fyrilestur um tilgjørt vit. Rektarin viðgjørdi møguleikarnar og vandarnar við hesi nýggju tøknini í einum spennandi og læruríkum fyrilestri. Vit fara at takka …
Hey tikor! Nú eru vit á veg heim úr Íslandi eftir nakrir deiligir og hendingarríkir dagar í Ólafsfjørði , ið liggur í norður Íslandi. Vit hava verið saman við øðrum næmingum úr norðurlondum (Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland). Vit …
Nýggi studentapresturin, Ann Hermandsóttir, vitjaði Miðnám í Suðuroy á fyrsta sinni í dag, har hon greiddi frá sínum virksemi. Mánaðarliga kemur hon á vitjan til samrøður um tilveruspurningar, at veita sálarrøkt og møguliga skipa fyri bólkasamrøðum, og allir næmingar fáa …
Í vikuni byrjaði skúlin aftur eftir summarfrítíðina, og tað eru 44 nýggir næmingar, ið byrja á hugbreyt, náttúrubreyt, serbreyt og búskaparbreyt. Nýggju næmingarnir eru byrjaðir at venja seg við nýggju umstøðurnar, har innleiðslan inniheldur nógv fakligt, men eisini okkurt har …
Skúlaárið byrjar aftur onsdagin 16. august 2023. Næmingar, sum skulu byrja í fyrsta flokki skulu møta kl. 8:10 og næmingar, sum skulu byrja í 2.ax, 3.ax, serbreyt og búskaparbreyt, skulu møta kl.12:00. Nógv ymiskt er á skrá og vit vilja …
So varð fyrsta pisan floygd í Suðuroynni, og fyrsti studenturin í 2023 í Suðuroy var Súsanna Dalá Holm, sum hevur gingið á hugbreyt. Hon fekk húgvuna á høvdið kl.09:30 í morgun, eftir at hava verið til próvtøku í týskum. Tað …
Vit hava nøkur pláss tøk á náttúrubreyt, hugbreyt, serbreyt og annað árið á búskaparbreytini til skúlaárið, sum byrjar 16. august 2023. Tú kanst lesa meira um útbúgvingarnar á midnam.fo. Ynskir tú at søkja um upptøku ella hevur tú spurningar, kanst …
Mánamorgunin 20. mars vitjaðu Gestur Hovgaard professari frá Illisimatusarfik, Firous Gaini professari og Ragnheiður Bogadóttir lektari frá Fróðskaparsetrinum Miðnám í Suðuroy. Hesi trý arbeiða við einari norðurlendska verkætlan fyri at fremja málsetning um stranda- og fiskivinnusamfeløg. Granskararnir brúka m.a. Vág …