Back
22 February

Løgmaður vitjar skúlan

Í dag, 22. februar, hevur løgmaður, Aksel V. Johannesen, vitjað Skúladepilin í Suðuroy. Endamálið við vitjanini var at hitta næmingar og starvsfólk, sum fingu høvi at seta løgmanni spurningar og umrøða evni, ið eru viðkomandi fyri okkum. Ein tími varð …

04 December

Tilgjørt vit – møguleikar og vandar

Hósdagin 30. novembur var rektarin á Fróðskaparsetrinum, Martin Tvede Zacharisen og vitjaði skúlan, har hann helt ein fyrilestur um tilgjørt vit. Rektarin viðgjørdi møguleikarnar og vandarnar við hesi nýggju tøknini í einum spennandi og læruríkum fyrilestri. Vit fara at takka …

06 October

Íslandstúrur

Hey tikor! Nú eru vit á veg heim úr Íslandi eftir nakrir deiligir og hendingarríkir dagar í Ólafsfjørði , ið liggur í norður Íslandi. Vit hava verið saman við øðrum næmingum úr norðurlondum (Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland). Vit …

28 September

Studentaprestur vitjar

Nýggi studentapresturin, Ann Hermandsóttir, vitjaði Miðnám í Suðuroy á fyrsta sinni í dag, har hon greiddi frá sínum virksemi. Mánaðarliga kemur hon á vitjan til samrøður um tilveruspurningar, at veita sálarrøkt og møguliga skipa fyri bólkasamrøðum, og allir næmingar fáa …

17 August

So byrjaði skúlin aftur

Í vikuni byrjaði skúlin aftur eftir summarfrítíðina, og tað eru 44 nýggir næmingar, ið byrja á hugbreyt, náttúrubreyt, serbreyt og búskaparbreyt. Nýggju næmingarnir eru byrjaðir at venja seg við nýggju umstøðurnar, har innleiðslan inniheldur nógv fakligt, men eisini okkurt har …

14 August

Skúlabyrjan 2023

Skúlaárið byrjar aftur onsdagin 16. august 2023. Næmingar, sum skulu byrja í fyrsta flokki skulu møta kl. 8:10 og næmingar, sum skulu byrja í 2.ax, 3.ax, serbreyt og búskaparbreyt, skulu møta kl.12:00. Nógv ymiskt er á skrá og vit vilja …