Vegna vantandi skikkaðar umsóknir søkir Miðnám í Suðuroy aftur eftir lærarum til skúlaárið 2024/2025 at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.
Komandi skúlaár er fyrstu ferð, at miðnámsskúlin bjóðar undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Tí verður tú við til at mynda starvið frá byrjan.
Tú fært m.a. ábyrgd av:
- At undirvísa í føroyskum, mentanar- og samfelagsviðurskiftum og leypandi eftirmeta undirvísingina
- At mynda og menna undirvísingina til næmingarnar í tøttum samstarvi við leiðsluna
- At tryggja at miðlingin í undirvísingini er kveikjandi og tillagað næmingunum
Av tí at talan er um eitt nýtt starv, er tað týdningarmikið, at tú tolir broytingar í starvinum.
Førleikar
Neyðugt er, at tú hevur útbúgving í føroyskum sum annaðmál ella viðkomandi starvsroyndir / útbúgving.
Setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv og eitt tímalærarastarv, sum bæði eru tíðaravmarkað tó við møguleika fyri fastari ella longdari setan. Starvið kann eisini skipast sum parttíðarstarv. Hetta kann avtalast nærri.
Til fulltíðarstarvið skal roknast við millum 16-22 undirvísingartímum um vikuna, meðan tímalærarastarvið væntandi fevnir um 8-16 undirvísingartímar um vikuna. Undirvísingin verður partvíst um dagin og partvíst um kvøldið.
Starvið er skipað eftir undirvísingarleisti á miðnámsskúlaøkinum. Høvuðsstarvsstaðurin er á Miðnámi í Suðuroy, men undirvísingin kann eisini fara fram í øðrum hølum í oynni.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám.
UMSÓKNARFREIST
Umsókn við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. august 2024. Umsóknir skulu sendast til mis@skulin.fo
Nærri kunning fæst við at venda sær til Rósu Heinesen, rektara, á tlf. 22 81 60 ella rosa.heinesen@skulin.fo.