Opið hús á Serbreytini í Suðuroy

Ónsdagin 9. mars bjóða vit til opið hús frá kl.19:00 til kl.20:30 í hølunum hjá serbreytini í bygdaskúlanum í Hovi. Tá kunnu øll, sum vilja hava meira at vita um útbúgvingina, koma á gátt og fáa kunning um lestrarumhvørvið, virksemið á skúlanum og hitta starvsfólkini.

Øll eru hjartaliga vælkomin, vit bjóða kaffi og eitt hugnaligt prát.

Serbreytin heldur til í bygdaskúlanum í Hovi.

Umsóknarfreistin er 15. mars 2022.

X