KOM Á MIÐNÁM Í SUÐUROY
Kundi tú hugsað tær eina miðnámsútbúgving ella eitt FHS prógv, so kanst tú senda okkum
eina umsókn í dag. Tørvar tær vegleiðing ella hevur tú spurningar,
ring so til okkum á tel. 614 201

SEND UMSÓKN

LES MEIRA

Tann stóri árligi ítróttardagurin hevur verið í Vági.
Dagurin varð hildin saman við Ítróttarháskúlanum, Føroya Eftirskúla
og 10. flokkunum úr Vágs Skúla, Tvøroyrar Skúla og Hvalbiar Skúla.
ÍTRÓTTARDAGUR
SUMMARSKÚLI Í GRØNLANDI
Í summar lúttóku nakrir av okkara næmingum á summarskúla í Grønlandi.
Næmingarnir vóru úti í náttúruni og gjørdu kanningar í samband við yvirskipaða evnið um veðurlagsbroytingar.

LES MEIRA

VINIR FYRI LÍVIÐ
Á Miðnámsskúlanum í Suðuroy knýtir tú vinarbond, ið vara alt lívið.
Á skúlanum er nóg virksemi og góðir karmar fyri at knýta tøtt vinarbond.

LES MEIRA

Miðnámsskúlin í Suðuroy liggur í vøkrum náttúrligum umhvørvi mitt í Suðuroy.
Sum næmingur á Miðnámsskúlanum í Suðuroy ert tú partur av einum felagsskapi,
ið raðfestir trivnað og samanhald.
TRIVNAÐUR OG SAMANHALD

Høgt Vitanarstøði

Vit raðfesta at hava eitt høgt fakligt støði í undirvísingini.

Dugnaligir Lærarar

Vit hava dugnaligir lærarar við góðum útbúgvingum og førleikum.

Góð Høli & Útgerð

Vit hava alla nútímans útgerð, ið hoyra til ein modernaðan skúla.

Miðnám í Suðuroy

Kom og gerst partur av okkara fantastiska skúla, ið liggur í vøkrum umhvørvi miðskeiðis í Suðuroy.

Miðnámsskúlin í Suðuroy er ein skúli fyri øll. Her raðfesta vit trivnað og samanhald. Hetta er ein lutfalsliga lítil skúli við góðum og tryggum lestrarumstøðum. Av tí hetta er ein lítil skúli, er tað ikki langt frá næming til lærara. Hetta er ein av okkara dygdum og ongin næmingur verður gloymdur. Vit bjóða búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, FHS yrkisnám og serbreyt. Les meira um útbúgvingarnar niðanfyri.

Útbúgvingar

Síggj okkara lýsingarfilm

Trýst á knøttin niðanfyri og síggj lýsingarfilmin av Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Nýggjastu tíðindi

Ítróttardagur 2024

04/10/2024

Tann stóri árligi ítróttardagurin varð hildin í Vági herfyri og tað vóru sera…

Rektari til Miðnám í Suðuroy

04/09/2024

Søkt verður eftir rektara til Miðnám í Suðuroy. Umsóknarfreistin er 23. septembur, og…

FSA byrjar í viku 36/FSA starts in week 36

29/08/2024

Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál (FSA) byrjar í komandi viku (vika 36). Dagholdið…

Kalendari

No Events Available
6
ÚTBÚGVINGAR
12
FLOKKAR
149
NÆMINGAR
34
STARVSFÓLK

Fyrrverandi næmingar

Vilt tú gerast partur av okkara skúla?

SEND UMSÓKN
X