Serbreyt

Sum nakað nýtt kunnu vit nú bjóða upptøku á serbreyt í Suðuroynni. Les meira um serbreytina niðanfyri.

Um serbreytina

Yvirskipaða málið við serbreytini er at geva ungum við serligum avbjóðingum møguleika at nýta sínar gávur og førleikamenna seg út frá tí støði, tey eru á. Serbreytin er ætlað teimum, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í vanligu skúlaskipanini.

Innihaldið er lagað eftir førleikunum hjá einstaka næminginum og miðar móti serstøkum serbreytarprógvi. Undirvíst verður í smáum bólkum. Útbúgvingin er ætlað at vara í 4 ár og er ætlað ungum eftir fólkaskúlan og upp til 25 ára aldur. Skúladagurin er heldur styttri enn vanligt.

Endamálið við undirvísingini á serbreytini er at menna sjálvstøðuga lívsførslu, so at næmingurin við lokið skúlaskeið hevur ment førleikar at skapa sær eitt innihaldsríkt og virkisført lív við ávirkan á egin lívskor. Hvat ítøkiliga verður arbeitt við, veldst um førleikarnar hjá tí einstaka næminginum. Alt eftir førleika næmingsins kann eisini verða arbeitt fram móti ávísum yrki.

Næmingurin verður førleikamettur eftir OCN skipanini. Tað er ein skipan, ið skjalprógvar bæði fakligar og sosialar førleikar hjá næminginum. Umframt í Føroyum verður OCN skipanin eisini brúkt m.a í Stórabretlandi, Noregi, Grønlandi og Danmark.

Eitt filmsbrot, ið stutt lýsir OCN-skipanina, kann síggjast her. Brotið er frá TV-Østjylland, “Få papir på evnerne”.

Les meira um OCN-skipanina her: Folder om OCN (danskt)

Námsætlanin fyri serbreytir á miðnámi sæst her: Námsskipan fyri serbreytir í miðnámi.o

Umsókn

Umsóknarblaðið til serbreyt skal sendast Miðnámsskúlanum í Suðuroy í seinasta lagi 15. mars 2023. Tú sendir umsóknina til mis@skulin.fo ella til Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri.

Niðanfyri finnur tú leinki til umsóknarblað og eina vegleiðing til umsóknarblaðið.

X