Próvtøkur á Búskapar-, Hug- og Náttúrubreytini:
Próvtøkur verða skipaðar eftir nærri ásetingum frá Mentamálaráðnum.
Talið av próvtøkum er í minsta lagi 8. Harafturat kemur breytarverkætlanin, ið telur sum ein próvtøka.
Hevur næmingur eina ella tvær eyka lærurgeinar á A-stigi, verður samlaða talið av próvtøkum ávikavist 9 ella 10, breytarverkætlanin ikki íroknað.
Av teimum 8, 9 ella 10 próvtøkunum, skal tann einstaki næmingurin til próvtøku í minst 3 skrivligum og 3 munnligum próvtøkum.
Próvtøkur á FHS – Yrkisnámi:
Mentamálaráði tekur út 4 lærugreinar til próvtøku, hesar verða tiknar út millum almennar lærugreinar og vællærugreinar.
Harumframt er próvtøka í verkætlanini.