Back

Um KT Umsitingina

Hevur tú tørv á KT hjálp ella -vegleiðing, kanst tú venda tær til skrivstovuna. Her kanst tú fáa vegleiðing í samstarv við KT-landsins viðvíkjandi netsambandinum, telduútgerð og aðrar fyrisetingarligar uppgávur innan KT. Her kanst tú eisini fáa vegleiðing í nýtslu av teldum og telduforritum, ið verða nýtt á skúlanum.

Hevur tú tørv á KT-vegleiðing ella hjálpiforrit, til dømis í samband við verkætlan ella aðrar uppgávur, kanst tú eisini venda tær til skrivstovuna. Vit veita ikki hjálp til privatar teldur, ið hava fingið virus ella hardware trupulleikar.

Forrit

Sum næmingur ella starvsfólk, verður tú knýtt/ur til ymisk forrit, ið verða brúkt í gerandisdegnum á skúlanum.

Lectio

Lectio verður nýtt til tímatalvu, skúlatíng, fráveru og annað. Her ber eisini til at leita eftir lærarum, næmingum og eisini skúlastovum.

Lectio hevur eisini eina app, sum tú kann taka niður á tína snildfon.

Office 365

Á Office hevur tú atgongd til øll tey neyðugu forritini, ið skulu nýtast í undirvísingini, til dømis Word, Outlook, Powerpoint, Excel, Teams og OneDrive. Við skúlabyrjan skalt tú taka Office-pakkan niður á telduna, fyri at tú skal fáa atgongd til allar tær neyðugu funkurnar, ið krevjast til skúlaarbeiði.

Til ber eisini at nýta online útgávurnar av forritunum og at taka appirnar niður á tína snildfon, men hesar hava tó ikki allar tær neyðugu funkurnar.