Um FHS Yrkisnám
FHS Yrkisnám er ein støðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu. Útbúgvingin tekur 1 ár og eftir loknan lestur, fært tú eitt FHS prógv. Á FHS verður dentur lagdur á handilslig og samfelagslig evni, eitt nú roknskap og marknaðarføring og samfelagsfak. Eisini verður dentur lagdur á mál og kunningartøkni.
Á FHS eru fleiri spennandi lærugreinir innan handil og vinnulív, har tú lærir um marknaðarføring, strategi, sølu, tænastu og nógv annað. Eisini skalt tú velja velja nakrar vallærugreinir.
Undirvísingin á FHS er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nakað er sjálvandi vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði eru týdningarmiklir partar av gerandisdegnum. Í hesum fært tú møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og í skúlatíðini er vanligur partur av hesari útbúgving.
Lærugreinir
Á FHS Yrkisnám hevur tú nakrar kravdar lærugreinir (blátt) og fleiri vallærugreinir (grønt), ið tú skal velja millum.
Framtíðarmøguleikar
Við einum FHS-prógvi kanst tú fara í læru á skrivstovu ella í handli, tá er lærutíðin er 3 ár. Lærutíðin er vanliga 4 ár, men við einum FHS-prógvi, verður lærutíðin stytt við 1 ári. Um tú hevur eitt prógv frá búskaparbreyt, er lærutíðin stytt við 2 árum.
Til ber eisiini at halda fram á búskaparbreytini 2. árið. Tá er eitt krav fyri upptøku støddfrøði C, og um tú ikki hevur ítrótt og heilsu C skal hetta veljast á búskaparbreytini.
Um tú eftir støðisárið hevur valt eitt yrki og ynskir at fara í læru, verður skrivligur lærusáttmáli gjørdur millum teg og virkið. Skúlagongdin hesi trý árini fevnir um nøkur skeið á handilsskúla í Føroyum ella í Danmark. Tú kanst velja millum ymisk yrki so sum skrivstovu, smásølu, heilsølu ella dekoratør.
FHS


Námsætlanir til lærugreinarnar kunnu heintast her.
Evnisskeið
Ein partur av undirvísingini á FHS Yrkisnámi er fasta evnisskeiðið, ið er í 2 pørtum. Næmingarnir skulu loysa eina ítøkiliga uppgávu, sum er tvørfaklig. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir duga at samstarva. Eitt skrivligt avrik verður latið inn.
