Á náttúrubreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni t.d. skapandi lærugreinir og mállærugreinir. Undirvísingin á náttúrubreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av undirvísingini. Á náttúrubreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við stórum uppgávum.
Námsferðir, vitjanir og smáar verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á náttúrubreytini.
Felags- og breytalærugreinir
- Føroyskt A
- Søga A
- Alisfrøði B
- Enskt B
- Støddfrøði B
- Evnafrøði C
- Ítróttur og heilsa C
- Landafrøði C
- Lìvfrøði C
- Religión C
- Samfelagsfrøði C
Vallærugreinir
Á náttúrubreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinir. Tá ið tær verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið við breytini.
- Ein náttúrulærugrein (alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði) ella støddfrøði verður lyft frá B til A.
- Ein felagslærugrein ella breytarlærugrein verður lyft frá B til A.
- Evnafrøði ella lívfrøði verður lyft frá C til B.
- Ein felagslærugrein ella ein breytarlærugrein verður lyft frá C til B.
- Ein listalærugrein (tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki) á C-stigi.
Upptøkutreytir
Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:
- fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni
- lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði
- lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.
Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni. Vilt tú verða upptikin á náttúrubreytina, skalt tú hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í 2 ár í minsta lagi í alisfrøði og evnafrøði.
Nú ber til at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar við talgildum umsóknarblaði, sum virkar saman við dátugrunni, sum skúlar skráseta støðu- og próvmet í. Brúkar tín skúli dátugrunnin, heintar skipanin sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram í umsóknarblaðið.
Far inn á talgilda umsóknarblaðið her: www.innskriving.fo. Leiðbeining sæst á heimasíðuni.
Framtíðarmøguleikar
Við prógvi frá náttúrubreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum. Við prógvi frá náttúrubreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.
Meira kunning
Mentamálaráðið – www.breyt.net