Send umsókn
Kundi tú hugsað tær at søkt inn á ein av okkara útbúgvingum og verði partur av okkara fantastiska hópi? Send so eina umsókn til okkum umvegis Vangan hjá Undirvísingarstýrinum.
Umsóknarfreistin er 15. mars 2026.
Tá tú sendir umsókn umvegis Vangan, skalt tú hava talgida Samleikan. Um tú ikki hevur Samleikan ella føroyskt p-tal, kanst tú taka umsóknarblað niður her: Umsóknarblað og senda til Miðnám í Suðuroy sum teldupost á mis@skulin.fo ella sum bræv.

Útbúgvingar
Vit bjóða 3 breytir á gymnasialum miðnám: Búskaparbreyt, Hugbreyt og Náttúrubreyt, ið taka 3 ár og geva atgongd til víðari lesnað á hægri lærustovni.
Vit bjóða eisini yrkisútbúgvingina FHS Yrkisnám, ið tekur 1 ár og gevur atgongd til at fara í læru ella lesa víðari á Búskaparbreyt.
Til ber eisini at søkja inn á Serbreyt, ið er eitt serligt skipað útbúgvingartilboð til næmingar, ið ikki megna at nema sær útbúgving undir vanligari skúlaskipan.
Les meira um tær útbúgvingarnar, ið vit bjóða út á Miðnám í Suðuroy, undir ‘Útbúgvingar’ her á heimasíðuni.
