Vit hava eina hugnaliga kantinu, ið virkar sum ein miðdepil fyri øllum næmingum og øllum starvsfólkum á Miðnám í Suðuroy og á Heilsuskúla Føroya. Kantinan er opin frá morgun til seinnapart og til ber at keypa morgunmat, døgurða, tvíflís, salat, drykkivøru og annað.
Til ber at síggja dagligu matskránna og at bíleggja sær døgurða á Facebook bólkinum Kantinan í Skúladeplinum í Hovi.