Fjarundirvísing

Um bussleið 700 avlýsir, áðrenn skúladagurin byrjar, verður undirvísingin skipað sum fjarlestur. Avlýsa bussarnir aftaná, skúladagurin er byrjaður, verða vit verandi í skúlanum, til veðrið batnar. Um bara leið 701 avlýsir, eru raktu næmingarnir við í undirvísingini umvegis Teams. Fjarlestur er ikki galdandi fyri næmingar á Serbreytini.

Meldið tykkum til boðskipanina hjá SSL, so fáa tit boð, um broytingar eru viðvíkjandi bussleiðini.

Reglugerð í samband við fjarundirvísing

  1. Miðnám í Suðuroy brúkar Teams í síni fjarundirvísing.
  • Næmingar skulu møta rættstundis, fyrireikaðir og ílatnir til undirvísing eins og til vanliga undirvísing.
  • Frávera verður skrásett á sama hátt, sum til undirvísing á skúlanum.
  • Kamera skal vera tendrað, tá undirvísingin byrjar, og undir allari undirvísingini.
  • Tað er ikki loyvt at taka upp, meðan undirvísing fer fram, hvørki av fyrilestri hjá lærara, samskifti millum luttakarar, framløgum hjá næmingum ella øðrum. Tað er burturvísingargrund at taka upp.
  • Tað er ikki loyvt at taka myndir av persónum ella tilfari undir undirvísing. Lærarin sendir tað tilfar út, sum næmingarnir skulu hava. Mynd krevur samtykki og tað er burturvísingargrund at taka myndir undir undirvísing.
  • Óviðkomandi hava ikki loyvi til at fylgja við í undirvísingini. Næmingurin skal syrgja fyri at óviðkomandi hvørki síggja ella hoyra undirvísingina.

Gerið so væl og virðið hesar reglur okkum øllum at gagni!

Miðnám í Suðuroy