Back

Lesivegleiðing og ráðgeving
Miðnám í Suðuroy bjóðar næmingum lesivegleiðing og ráðgeving í samband við orðblindni og lesitrupulleikar.

Næmingar kunnu tosa við lærarar og toymislærara, um teir hava tørv á vegleiðing í samband við orðblindni ella lesitrupulleikar.

Við skúlabyrjan fáa allir næmingar bjóðað eina snarkanning ella ‘skreening’, har lesiferð og lesifatan verður kannað. Hjá teimum næmingum, har lesingin tykist at vera trupul, verða samrøður bjóðaðar, so næmingarnir kunnu fáa eina meira umfatandi kanning av møguligum orðblindni.

Hjálpiamboð
Skúlin bjóðar forritið IntoWords til allir næmingar. Hetta er eitt hent hjálpiamboð til lesing og skriving, ið verður lagt inn á telduna hjá næmingunum.

IntoWords er eitt sera hent amboð til næmingar við orðblindni ella líknandi, ið hava tørv á hjálp til lesing og skriving. Orðblindir næmingar kunnu eisini gerast limir í NOTA, ið er ein talgilt bókasavn við ljóðbókum og e-bókum á donskum og øðrum málum.

Kundi tú hugsað tær at fingið IntoWords á tína teldu? Ber til at taka tað niður her: IntoWords. Um tær tørvar hjálp til at leggja IntoWords á telduna, kanst tú venda tær til skrivstovuna á skúlanum.