Um Búskaparbreyt
Búskaparbreytin er ein gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 3 ár. Á hesari breyt verður serligur dentur lagdur á vinnulig-, búskaparlig- og samfelagslig evni innan roknskap, marknaðarførslu og samfelagsbúskap. Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti.
Undirvísingin verður skipað við tilfari frá nútímans viðurskiftum innan vinnulív og samfelag. Tað verður í størri mun arbeitt við verkætlanum og case-uppgávum, ið taka støði í føroyskum virkjum og viðurskiftum.
Hava hesi evni tín áhuga? ella kundi tú hugsað tær eina lestrar- ella yrkisleið innan hesi øki? So er Búskaparbreytin kanska akkurát nakað fyri teg.
Bygnaður
Búskaparbreytin tekur 3 ár og er bygt upp við kravdum lærugreinum, ið eru felags fyri allar breytir (reytt), kravdum lærugreinum fyri búskapabreyt (blátt) og vallærugreinum, ið tú kann velja ímillum (grønt). Sí bygnaðin niðanfyri.
Framtíðarmøguleikar
Við einum búskapabreyt prógvi, hevur tú møguleika at søkja um upptøku á øllum hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlands. Útbúgvingin hevur tey greiðu málini, at fyrireika teg til hægri lesnað á handilsháskúla ella universiteti, at fyrireika teg at fara í læru í handli, skrivstovu, peningastovni, grannskoðaravirki, tryggingarfelag og annað, og eisini at fyrireika teg at fara í arbeiði.
Tú skal tó hava í huga, at tann samansetingin av lærugreinum og lærugreinastigum, ið tú velur, kann ávirka tínir møguleikar at koma beinleiðis inn á einstakar útbúgvingar. Tí viðmæla vit altíð, at tú kunnar teg um hesi viðurskifti, áðrenn tú velur vallærugreinir og lærugreinastig.
1 BB



2 BB



3 BB



Námsætlanir til lærugreinarnar kunnu heintast her.
Hevur tú spurningar?
Um tú hevur okkurt ivamál ella um tær tørvar vegleiðing, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Lestrarvegleiðingin svarar fegin spurningum um til dømis útbúgving, vallærugreinir, upptøkukrøv ella annað.
Tú finnur kontaktupplýsingar til okkara lestrarvegleiðarar niðanfyri.
Hevur tú FHS prógv?
Um tú hevur FHS, er tað møguligt at søkja inn á 2. árið á búskaparbreyt í Miðnám í Suðuroy. Hetta merkir, at Búskaparbreytin, sum er ein 3 ára gymnasial miðnámsútbúgving, kann verða tikin uppá 2 ár. Fyri at verða tikin inn á 2. árið á Búskaparbreyt krevst, at tú hevur lokið FHS prógv.


