Back

Treytin fyri upptøku á FHS, Búskapar-, Hug- og Náttúrubreytini er:

  1. at tú hevur fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni
  2. at tú hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði
  3. at tú hevur lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út

Næmingar, sum hava lokið omanfyrinevndu royndir, kunnu søkja um upptøku á omanfyrinevndu breytum.

Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting – møguliga ein faklig upptøkuroynd – og taka støðu út frá henni.

Onnur breytakrøv

Á náttúrubreyt skal umsøkjarin hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis- og evnafrøði.

Á hugbreyt skal umsøkjarin hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í týskum. Hetta er galdandi fyri umsøkjarar, ið søkja um upptøku at byrja í august 2023 ella seinni.

Á búskaparbreyt (2 ár) skal umsøkjarin hava lokið FHS prógv.

Næmingar, sum hava lokið oman fyri nevndu royndir við nóg góðum úrsliti, kunnu søkja um upptøku á omanfyrinevndu breytum.

Søk um upptøku á www.innskriving.fo ella við at klikka her

Treytin fyri upptøku á Serbreytini er:

Serbreytin er ætlað teimum, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í vanligu skúlaskipanini. Tað er onki krav um prógv frá framhaldsdeildini fyri at verða tikin upp á serbreyt.

Serbreyt á miðnámi er ætlað ungum eftir loknan fólkaskúla og upp til 25 ára aldur. Næmingar á serbreytini fáa eitt serligt serbreytarpróv, har vunnu førleikarnir verða skjalprógvaðir eftir OCN-skipanini.

Søkt verður á sama umsóknarblað sum til hinar miðnámsútbúgvingarnar. Umsóknin verður viðgjørd av eini upptøkunevnd á skúlanum og av eini visitatiónsnevnd við umboðum fyri skúlan, Sernám og Almannaverkið.

Umsøkjarar til serbreytina verða kallaðir inn til eina upptøkusamrøðu. Avgerð um upptøku tekur atlit til mong ymisk viðurskifti, m.a.

  • hvussu umsøkjarin dugir at bera seg at millum næmingar og starvsfólk á skúlanum
  • hvussu umsøkjarin passar inn í verandi næmingahóp á serbreytini
  • hvussu umsøkjarin klárar vanliga persónliga røkt
  • hvussu umsøkjarin klárar at fylgja skilhaldsreglum skúlans, m.a. í sambandi við fríkorter og matarsteðg.
  • hvussu næmingurin megnar at luttaka í undirvísing eftir verandi námsskipan
  • hvussu nógvar næmingar skúlin kann taka upp á serbreyt hvørt ár

Søkt verður á sama umsóknarblað sum til hinar miðnámsútbúgvingarnar. Umsóknarblaðið er á www.innskriving.fo. Eru nakrir trupulleikar í hesum sambandi, kunnu tit venda tykkum til skúlan, tlf. 614 201.