Frálærutilfar

Bøkur og ljósrit
Frálæran sjálv er ókeypis, men gjaldast skal fyri skúlabøkur. Skúlin tekur eitt næmingagjald fyri ljósrit.

Orðabøkur
Umframt skúlabøkur er tað neyðugt at eiga ella hava atgongd til ymisk sløg av orðabókum. Tú fær ókeypis atgongd til tær føroysku orðabøkurnar á Sprotin.fo. Eisini er forritið Stavarin eitt sera hent amboð í samband við føroyska rættstaving. Til ber at taka rættstavarin niður á telduna á Stava.fo.

Samskifti
Skúlin brúkar Lectio og Outlook til samskifti. Tú fær ein brúkara frá skúlanum, tá tú byrjar í skúla. Øll boð og kunning fer fram umvegis Lectio og Outlook, tí er tað sera umráðandi at fara inn á hesir miðlarnir hvønn dag.

Tú ritar teg inn á leinkjunum niðanfyri:

Samstundis viðmæla vit, at tú tekur appina Outlook niður á snildfon tína. Við appini fært tú fráboðan, tá tú hevur fingið teldupost á Outlook. Tú tekur appina niður á snildfonina her:

.

X