Back

Nú er klárt at søkja um upptøku á Miðnám í Suðuroy. Vit bjóða út búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, FHS yrkisnám og serbreyt. Sum nakað nýtt skal umsókn tín sendast ígjøgnum Vangan hjá Undirvísingarstýrinum.

Søk um upptøku við at trýsta á knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er 15. mars 2025.

Tá tú sendir umsókn umvegis Vangan, er tað eitt krav, at tú hevur Samleikan. Um tú ikki hevur samleikan ella føroyskt p-tal, ber til at taka umsóknarblað niður her og senda tað til okkum sum bræv ella sum teldupost. Tú finnur okkara adressu og teldupostadressu niðast á síðuni. Umsøkjarir uttan føroyskt p-tal skulu skriva passnummar í umsóknarblað.

Um tú ikki hevur Vangan og ert undir 18 ár, so kunnu foreldur tíni brúka sín Vanga til at innskriva teg.

Tørvar tær vegleiðing til umsóknina, ber til at síggja vegleiðing frá Undirvísingarstýrinum her.

Til ber at lesa um tær útbúgvingar, ið vit bjóða á Miðnám í Suðuroy, á heimasíðuni undir útbúgvingar..