Skúlabyrjan 2021

Nú styttist tíðin til skúlagongdin byrjar aftir. Á Miðnámsskúlanum í Suðuroy raðfesta vit tað at hava ein sterkan felagskap og góðan trivnað.

Miðnámsskúlin í Suðuroy er ein lutfalsliga lítil skúli og hetta síggja vit sum okkara styrki. Tað ikki er langt frá næmingi til lærara og ongin næmingur verður gloymdur.

Miðnámsskúlin í Suðuroy bjóðar út hugbreyt, náttúrubreyt, FHS yrkisnám, búskaparbreyt (2 ár) og serbreyt. Til ber at lesa meira um breytirnar undir “útbúgvingar”.

Upptøka

Les um upptøku á breytunum her: Upptøka.

Umsóknir og freistir

Umsóknarfreistin til hugbreyt, náttúrubreyt, FHS yrkisnám og búskaparbreyt er 15. mars 2021, tó hava vit enn nøkur tøk pláss. Kundi tú hugsað tær at søkt inn á ein av breytunum, kanst tú senda okkum ein teldupost á mis@skulin.fo ell ringja til okkum á telefon 614201.

Skúlabyrjan 2021

Skúlin byrjar týsdagin tann 17. august 2021.

  • 1. flokkarnir og FHS møta kl.08:10
  • 2. og 3 flokkarnir møta kl.10:00

Vit heita á allir næmingar frá 1. flokkunum og FHS um at hava farteldu við.

Bussleiðin

Bussar koyra til og frá skúlanum, fá meira kunning um bussleiðirnar og -samband á ssl.fo.

Stuðul

Næmingar kunnu søkja um útbúgvingarstuðul sambært galdandi kunngerð um útbúgvingarstuðul. Les meira her: Stuðul.

X