Ónsdagin 9. mars bjóða vit til opið hús frá kl.19:00 til kl.20:30 í hølunum hjá serbreytini í bygdaskúlanum í Hovi. Tá kunnu øll, sum vilja hava meira at vita um útbúgvingina, koma á gátt og fáa kunning um lestrarumhvørvið, virksemið …
Í gjár varð Merkið vundið á stong bæði við skúlan í Hovi og við Miðnámsskúlanum, tí nú hevur serbreytin havt sín fyrsta skúladag. Yvirskipaða málið við serbreytini er at geva ungum við serligum avbjóðingum møguleika at nýta sínar gávur og …
Miðnámsskúlin í Suðuroy fer komandi heyst at bjóða út serliga skipað miðnám, eisini kallað serbreyt. Ein serbreyt er eitt serliga skipað skúlatilboð til næmingar, ið ikki eru førir fyri at fylgja vanligari miðnámsundirvísing. Tilboðið er ætlað til ung eftir fólkaskúlan …
Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur tørv á trimum dugnaligum lærarum til nýggju serbreyt skúlans, ið verður staðsett í skúlanum í Hovi. Sum lærari á serbreytini fært tú høvi at seta tíni fingramerki á menningina av tilboðnum til ung við serligum tørvi. …