Aftur í ár fara vit at stroyma fleiri almennir fyrilestrar beinleiðis frá auditoriunum á Aarhus Universitet. Hesir sera áhugaverdu fyrilestrarnir út náttúruvísindini eru fyri øll áhugaði og eru á høgum akademiskum støði. Hesir fyrilestrar eru á skrá: Fyrilestrarrnir eru ókeypis …
Í farnu viku vóru næmingar í lívfrøði B og A á soppatúri saman við námsfrøðihjálpara-næmingum á Heilsuskúli Føroya, Hetta var eitt sera áhugavert felags tiltak millum skúlarnir báðir á Skúladeplinum í Suðuroy, ið Agnes, Lilian og Eir høvdu skipað fyri. …
Undirvísingin í FSA (Føroyskt sum annaðmál) byrjar aftur mánadagin 17. august 2026 kl.17.30 kvøldhold, og týsdagin 18. august kl. 11.55 daghold. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Faroese lessons FSA (Faroese as Second Language) start Monday 17th August 2026 at 5.30 …
Ónsdagin var enn ein stórur dagur á skúlanum, tí vit hátíðarhildu, at allarfyrstu FSA-næmingarnir í Suðuroy fingu endaligt prógv. Tað var ein sera hugnalig løta, tá prógvhandanin var á Miðnám í Suðuroy, tí fyrstu FSA-næmingarnir eru nú endaligt lidnir við …
Í dag hátíðarhalda vit, at fyrsti studenturin í Suðuroy, og eisini í Føroyum, hevur fingið húgvuna á høvdið. Allarfyrsta pisan er Bjørt Dam, ið hevur gingið á náttúrubreyt og hevur verið til próvtøku í søgu hjá Maud í morgun. Sum …
Próvtøka, ársroyndir og fríðking av skúlanum. Fríggjadagin vóru tær seinastu skrivligu próvtøkurnar og ársroyndirnar á skúlanum. Hesa vikuna byrja tær munnligu próvtøkurnar og harvið eisini endaspurturin hjá næmingum í 3.s. Meðan fleiri næmingar hava sitið í høllini til skrivligar royndir, …
Í farnu viku hevði 2.x eina spennandi verkstovu í fimleikahøllini í samband við undirvísing í lívfrøði hjá Agnes. Her kundu øll, sum høvdu hug, koma til heilsukanning og fáa kannað eitt nú blóðsukur, lungastyrki, kondital, EKG, blóðtrýst og puls. Hetta …
Miðnám í Suðuroy søkir eftir lærarum til skúlaárið 2026/2027 í hesum lærugreinum: Alisfrøði, føroyskum, landafrøði, lívfrøði, støddfrøði, ítrótti, søgu, virkisbúskapi og føroyskt sum annaðmál (FSA). Arbeiðið umfatar at undirvísa sambært námsætlanum. Herundir at leggja til rættis undirvísingargongdir og gera undirvísingarfrágreiðingar, …
Fríggjadagin fóru næmingar, sum hava lívfrøði og landafrøði, ein heildagstúr til Tindhólm saman við Niels og Sigurd. Á túrinum kannaðu tey eitt nú djóralív, grót og, plantuvøkstur. Til dømis kannaðu landslagið á norður- og suðursíðuni, og eisini munin á plantuvøkstrinum …
Faroese as a Second Language Are you new to the Faroese language? Do you already understand some Faroese and want to improve your skills? Or have you previously been in Faroese language courses and wish to continue your studies? No …









