
Próvtøka, ársroyndir og fríðking av skúlanum
Próvtøka, ársroyndir og fríðking av skúlanum. Fríggjadagin vóru tær seinastu skrivligu próvtøkurnar og ársroyndirnar á skúlanum. Hesa vikuna byrja tær munnligu próvtøkurnar og harvið eisini endaspurturin hjá næmingum í 3.s. Meðan fleiri næmingar hava sitið í høllini til skrivligar royndir, hava næmingar í 1.s verið so sera røsk at hjálpa við at rudda og fríðka rundan um skúlan. Tey fingu sjálvandi løn fyri arbeiðið, nú tey savna pening inn til námsferð.









