
Fyrsta pisan í Føroyum er úr Suðuroy
Í dag hátíðarhalda vit, at fyrsti studenturin í Suðuroy, og eisini í Føroyum, hevur fingið húgvuna á høvdið.
Allarfyrsta pisan er Bjørt Dam, ið hevur gingið á náttúrubreyt og hevur verið til próvtøku í søgu hjá Maud í morgun.
Sum siðvenja er á Miðnám í Suðuroy, so skal fyrsti studenturin vinda flaggið á stong, og í ár var tað so Bjørt, ið slapp at hava hesa stóru æruna.
Vit ynskja Bjørt hjartaliga tillukku og blíðan byr í framtíðini









