
Fyrstu FSA-næmingar í Suðuroy fingið endaligt prógv
Ónsdagin var enn ein stórur dagur á skúlanum, tí vit hátíðarhildu, at allarfyrstu FSA-næmingarnir í Suðuroy fingu endaligt prógv. Tað var ein sera hugnalig løta, tá prógvhandanin var á Miðnám í Suðuroy, tí fyrstu FSA-næmingarnir eru nú endaligt lidnir við øll stig í FSA-útbúgvingini og nakrir fingu váttan fyri stigroyndir sínar.
Fleiri røður vóru hildnar, til dømis av Maritu Gunnarstein, rektara, Majken Gaard, lærara og samskipara av FSA-útbúgvingini í Suðuroy, Jóna G. Christiansen, lærara á FSA og Maud Næs, vegleiðara á FSA, ið greiddi frá føroysku málsøguni og týdninginum av føroyska málinum.
Kvøldið var eyðmerkt av góðum huglag við hugnaligum práti, lekkrum ábiti og livandi tónleiki frá Lív Næs og Tróndi Enni.
Vit ynskja øllum næmingum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og blíðan byr í framtíðini.



