
Verkstova við heilsukanning
Í farnu viku hevði 2.x eina spennandi verkstovu í fimleikahøllini í samband við undirvísing í lívfrøði hjá Agnes. Her kundu øll, sum høvdu hug, koma til heilsukanning og fáa kannað eitt nú blóðsukur, lungastyrki, kondital, EKG, blóðtrýst og puls. Hetta var eitt spennandi átak við nógvum vitjandi.













