Um skúlan

Miðnámsskúlin í Suðuroy liggur í vøkrum umhvørvi miðskeiðis í Suðuroynni. Á skúlanum ganga samanlagt umleið 100 næmingar í 9 ymiskum flokkum.

Á Miðnámsskúlanum í Suðuroy kanst tú velja ímillum fleiri gymnasialar miðnámsútbúgvingar og aðrar útbúgvingar. Útbúgvingarnar, ið vit bjóða út eru Hugbreyt, Náttúrubreyt, FHS Yrkisnám, Búskaparbreyt (2 ár) og Serbreyt.

Vit hava allar nútímans útgerð og umstøður, ið hoyra til ein modernaðan skúla. Vit hava t.d. samvirknar talvur í øllum flokshølum, vælútgjørdar royndarstovur, bólkarúm, fimleikahøll, venjingarhøli, bókasavn og matarhøll.

X