Back

Nú styttist tíðin til skúlagongdin byrjar aftur og vit vilja fegin bjóða tær vælkomin á Miðnám í Suðuroy. Skúlagongdin byrjar tórsdagin 13. august 2026.

  • Nýggir næmingar møta kl.08:10
  • 2. og 3 flokkarnir møta kl.11:00

Á Miðnám í Suðuroy raðfesta vit trivnað og samanhald. Hetta er ein góður og hugnaligur skúli við allari nútímans útgerð.

Vit bjóða út búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, FHS yrkisnám, serbreyt og føroyskt sum annaðmál (FSA). Til ber at lesa meira um breytirnar undir “útbúgvingar”.

Teldan sum skúlaamboð

Sum næmingur á Miðnám í Suðuroy er neyðugt at hava egnu farteldu. Teldan er eitt neyðugt amboð í samband við skúlaarbeiði, bæði hjá næmingum og hjá lærarum. Við skúlabyrjan fært tú ein Office365 brúkara og øll neyðugu Office forritini.

Vit vilja heita á teg til at hava farteldu við til skúlabyrjanina.

Lestrarstuðul

Næmingar kunnu søkja um útbúgvingarstuðul sambært galdandi kunngerð um útbúgvingarstuðul. Tú søkir um lestrarstuðul talgilt við at brúka Vangan. Les meira her: Studni.fo.

Bussleiðin

Sum næmingur á Miðnám í Suðuroy, hevur tú møguleika at fáa eitt skúlakort, ið gevur tær møguleikan at ferðast ókeypis til og frá skúla. Les meira um skúlakort her: Studni.fo.

Bussarnir koyra til og frá skúlanum. Fá meira kunning um bussleiðirnar og -samband á ssl.fo.

Umsóknir og freistir

Umsóknarfreistin til búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, FHS yrkisnám og serbreyt var 15. mars 2026. Hóast freistin er farin, hava vit enn nøkur tøk pláss á summum breytum. Kundi tú hugsað tær at søkt inn á ein av breytunum, kanst tú senda okkum ein teldupost á mis@skulin.fo ell ringja til okkum á telefon 614201.