Súsanna fyrsta pisan í Suðuroy

So varð fyrsta pisan floygd í Suðuroynni, og fyrsti studenturin í 2023 í Suðuroy var Súsanna Dalá Holm, sum hevur gingið á hugbreyt. Hon fekk húgvuna á høvdið kl.09:30 í morgun, eftir at hava verið til próvtøku í týskum. Tað vóru foreldrini, ið beint eftir próvtøkuna settu húgvuna á høvdið hjá Súsannu, sum síðani vant Merkið á fulla stong. Vit á Miðnám í Suðuroy ynskja Súsannu hjartaliga til lukku við húgvuni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

X