Arosiak Hammer

FHS og Búskaparbreyt fyri meg hevur verið sera læruríkt og gevandi. Eg lærdi nógv, serliga innan sølu, innovatión og búskap. Útbúgvingin er serliga góð tvørfagliga, har man ognar sær royndir og fær eginleikar ið beinleiðis eru knýttir at vinnulívinum í Føroyum. Tað at arbeiða ið toymi var eisini stórur partur av útbúgvingini og heilt sikkurt gott at hava við sær víðari í lestrar- og arbeiðslívið. Eg vil viðmæla miðnám skúlan av tí at skúlin hevur serliga vinarliga atmosferu har, flokkarnir eru relativt smáir. Samskifti millum næmingar og lærarar er tætt. Huglagi á skúlanum er serstakliga gott og man kennir seg sum man er partur av skúlanum beinanveg við skúla byrjan.

X