
Soppatúrur við 2.ax og námsfrøðihjálparalesandi
Í farnu viku vóru næmingar í lívfrøði B og A á soppatúri saman við námsfrøðihjálpara-næmingum á Heilsuskúli Føroya, Hetta var eitt sera áhugavert felags tiltak millum skúlarnir báðir á Skúladeplinum í Suðuroy, ið Agnes, Lilian og Eir høvdu skipað fyri.
Byrjað var við fyrilestri um soppar og um tann lívføðiliga og vistfrøðiliga týdningin, ið teir hava. Síðani var farið út at leita eftir soppum og tey soppasløgini, ið tey funnu, vóru síðani kannaði og teir átbæru sopparnir vóru tiknir við á skúlan. Á skúlanum varð farið í køkina at matgera ein vælsmakkandi brellbita burturúr soppafonginum.












