FHS Yrkisnám er ein útbúgving sum tekur eitt ár.
Á FHS verður dentur lagdur á handilslig og samfelagslig evni, eitt nú roknskap og marknaðarføring og samfelagsfak. Eisini verður dentur lagdur á mál og kunningartøkni.
Undirvísingin á FHS er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nakað er sjálvandi vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði eru týdningarmiklir partar av gerandisdegnum. Í hesum fært tú møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á FHS.
Lærugreinar
Kravdar lærugreinir:
- Føroyskt C
- Enskt C
- Kunningartøkni C
- Samfelagsfrøði C
- Lestrarmenning
- Virkisbúskap C
- Sølubúskap C
Vallærugreinir:
- Støddfrøði C
- Itróttur og heilsa C
- Innovatión C
- Dekoratión C
- Spanskt C
- Økislærugrein
Námsætlanir til lærugreinarnar kunnu heintast her.
Tilber eisini at lesa úr nýggja yrkisfaldarinum her.
Økislærugreinir
Umframt grundlærugreinir og vallærugreinir kanst tú velja at hava økislærugreinir. Økislærugreinir eru lærugreinir, sum skulu rúmka um og samanbinda grundlærugreinirnar. Dømi um økislærugreinir eru: Grafisk framløga, Sálarfrøði og tænasta, SIMU og Ferðavinna.
Evnisskeið
Ein partur av undirvísingini á FHS Yrkisnámi er fasta evnisskeiðið. Næmingarnir skulu loysa eina ítøkiliga uppgávu, sum er tvørfaklig. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir duga at samstarva. Eitt skrivligt avrik verður latið inn.
Framtíðarmøguleikar
Við einum FHS-prógvi kanst tú fara í læru á skrivstovu ella í handli. Lærutíðin er 3 ár.
Tú kanska eisini halda fram á búskaparbreytini 2. árið. Tá er eitt krav fyri upptøku støddfrøði C, og um tú ikki hevur ítrótt og heilsu C skal hetta veljast á búskaparbreytini.
Um tú eftir støðisárið hevur valt eitt yrki og ynskir at fara í læru, verður skrivligur lærusáttmáli gjørdur millum teg og virkið. Skúlagongdin hesi trý árini fevnir um nøkur skeið á handilsskúla í Føroyum ella í Danmark. Tú kanst velja millum ymisk yrki so sum skrivstovu, smásølu, heilsølu ella dekoratør.