Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur tørv á trimum dugnaligum lærarum til nýggju serbreyt skúlans, ið verður staðsett í skúlanum í Hovi. Sum lærari á serbreytini fært tú høvi at seta tíni fingramerki á menningina av tilboðnum til ung við serligum tørvi. …
Í gjár vóru næmingar úr 2.x og vitjaðu Havgríms grøv í Hovi í samband við søgu undirvísing. Her eru nakrar myndir frá túrinum.
Í farnu viku luttóku 3 lið frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy í Skúlafótbólt í Vági. Gentuliðið og dreingjaliðið vunnu eitt flott 1. pláss og fingu hvør sítt steyp. So høvdu vit eisini eitt blandað lið, ið vann eitt 3. pláss. Vit …
Ynskir tú eisini at fáa húgvu á høvdið? Enn eru tøk pláss eftir at søkja á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Tøk pláss eru á hugbreyt, náttúrubreyt, búskaparbreyt og á yrkisútbúgvingini FHS. Eisini ber til at tekna seg til stakgreinalestur. Vit hava, …
Tórsdagin vóru næmingar frá Búskaparbreytini í Lopra og vitjaðu hjá Kirvi, ið framleiða tað kenda Kirvi vatni á fløsku og í vatnkølarum frá góðari vatnkeldu millum Lopra og Sumba. Hallur tók ímóti og vísti runt í bygninginum. Hallur greiddi frá …
Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir lærarum til skúlaárið 2021/2022 í hesum lærugreinum: Alisfrøði, altjóða búskapur, evnafrøði, føroyskt, innovatión, kunningartøkni, landafrøði, miðlakunnleiki, samfelagsfrøði, støddfrøði, sølubúskapur og tónleikur. Arbeiðið umfatar at undirvísa sambært námsætlanum. Herundir at leggja til rættis undirvísingargongdir og gera …
Í gjár var 25 ára gamla Eyðbritt Hjelm úr Vági á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni og greiddi frá, hvussu tað er at vera orðblind. Eyðbritt er opin um sítt viðfødda brek og dugir so sera væl at greiða frá og seta …
Tórsdagin 4/3 hevði Lilian vitjan av uttahýsismetarum í samband við verkliga partin av námsfrøði, og Lilian er nú liðug við námsfrøðiligu útbúgvingina fyri miðnámsskúlalærarar. Tað hevur gingið væl, og vit á Miðnámsskúlanum ynskja Liljuni hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Á myndini …
Týsdagin 9. mars bjóða vit til opið hús á Miðnámsskúlanum í Suðuroy frá kl.19:00 til kl.21:00. Tá kunnu øll, sum vilja hava meir at vita um útbúgvingar, koma á gátt og fáa kunning um lestrarumhvørvi, virksemi á skúlanum og útbúgvingarnar …
Herfyri varð skipað fyri talvkapping á skúlanum, bæði næmingar og lærarar luttóku í kappingini.










