Eyðbritt greiddi frá, hvussu tað er at vera orðblind

Í gjár var 25 ára gamla Eyðbritt Hjelm úr Vági á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni og greiddi frá, hvussu tað er at vera orðblind. Eyðbritt er opin um sítt viðfødda brek og dugir so sera væl at greiða frá og seta orð, hvussu tað kennist. Bæði lærarar og næmingar sótu sum rúnabundin og lýddu á, meðan Eyðbritt greiddi frá, og tað vóru uttan iva fleiri, sum blivu heilt rørd til tíðir, tá Eybritt fortaldi um fordómar, sum hon hevur upplivað og niðrandi viðmerkingar, sum hon hevur fingið frá bæði lærarum og floksfeløgum.

Tá Eyðbritt gekk 3. árið á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni, var tað ein lærari, sum varnaðist, at alt ikki ruggaði rætt; ein lærari, sum SÁ hana og ikki bert hennara feilir. Eyðbritt fekk síðan eitt telduforrit á telduna, sum kundi hjálpa henni við skrivligum uppgávum og til skrivligu próvtøkurnar, soleiðis, at hon hevði sama møguleika sum floksfelagarnir til skrivligu próvtøkurnar 3. árið á miðnámi.

Sami lærari, sum SÁ Eyðbritt, eggjaði henni at søkja inn á universitetið í Keypmannahavn, har hon fekk staðfest, at hon er orðblind. Eyðbritt er vorðin bachelor í ”Psykologi og kommunikation” og er nú í holt við ein kandidat innan ”Strategisk kommunikation & digitale medier”.

Eyðbritt er ein sólskinssøga, men tað er allarmest takkað verið Eyðbritt sjálvari, sum hevur strítt og strevast fyri at koma hartil hon er í dag.

Sum Eyðbritt sjálv segði í dag: ”Tú kanst alt tú setir tær fyri, men acceptera tínar veikleikar”.

Orðblindni skal ikki tigast burtur; tað er so týdningarmikið at seta orð á, so vit øll verða klókari og skilja, hvat tað merkir at hava dysleksi.

So leingi tað er tabu, koma vit ongan veg!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

X