Búskaparbreytin er ein gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 3 ár. Har verður serligur dentur lagdur á búskaparlig- og samfelagslig evni innan roknskap, marknaðarførslu og samfelagsbúskap. Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti. Hava hesi evni tín áhuga, ella tú ætlar tær eina lestrar- ella yrkisleið innan hesi øki, er er Búskaparbreytin fyri teg.
Hevur tú FHS prógv?
Um tú hevur FHS, er tað møguligt at søkja inn á 2. árið á búskaparbreyt í Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Hetta merkir, at Búskaparbreytin, sum er ein 3 ára gymnasial miðnámsútbúgving, kann verða tikin uppá 2 ár. Fyri at verða tikin inn á 2. árið á Búskaparbreyt krevst, at tú hevur lokið FHS prógv.
Lærugreinar
1 BB
2 BB
3 BB
Námsætlanir til lærugreinarnar kunnu heintast her.
Tilber eisini at lesa úr nýggja yrkisfaldarinum her
Framtíðarmøguleikar
Búskaparbreytin gevur tær møguleika at søkja um upptøku á øllum hægri lærustovnum. Tær lærugreinir og tey lærugreinastig tú velur kunnu ávirka tínar møguleikar at koma beinleiðis inn á einstakar útbúgvingar. Tí er umráðandi at kunna seg um hesi viðurskifti áðrenn man velur vallærugreinir og lærugreinastig.
Útbúgvingin hevur tvey greið mál. Í fyrsta lagi at fyrireika teg til hægri lestur á handilsháskúla ella universiteti. Í øðrum lagi fyrireikar búskaparbreytin teg eisini til at fara í læru.
Búskaparbreytin gevur sostatt atgongd til:
- Víðari lestur á handilsháskula ella universiteti
- Fara í læru í peningastovni, grannskoðaravirki, tryggingarfelagi, skrivstovu, handli v.m.
- Fara í arbeiði