
FHS Yrkisnám í Suðuroy
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur tikið avgerð um, at FHS Yrkisnám skal verða eitt av útbúgvingartilboðunum til suðuroyingar komandi skúlaár.
FHS er støðisútbúgving í fyrisiting, handli og skrivstovu, sum tekur eitt ár. FHS er sett saman av yrkislærugreinum og almennum lærugreinum. Flest allar lærugreinirnar enda við C stigi.
Eftir staðið FHS kann farast undir yrkisútbúgving innan skrivstovu ella handil.
Við rættari samanseting av yrkislærugreinum í FHS Yrkisnámi er eisini møguleiki at fara inn á annað árið á búskaparbreytini, sum eftir tveimum árum kann geva eitt gymnasialt miðnámsprógv.
Útbúgvingin verður skipað sum dagundirvísing. Tað verður Miðnámsskúlin í Suðuroy, sum skal standa fyri hesum tilboði, sum er ætlað fólki í øllum aldri.
Enn er ikki ásett, hvussu nógv verða tikin inn. Tað veldst um pláss.
Vit vita heldur ikki við vissu, um ein Búskaparbreyt verður sett á stovn, sum framhald av FHS.
Um so verður, ber til at lesa tvey ár afturat og taka prógv sum handilsstudentur.
Annars ber eisini til at halda fram í Havn ella í Kambsdali.
Treytin fyri at sleppa inn á Búskaparbreytina í Suðuroy og í Kambsdali er, at næmingarnir velja støddfrøði C og itrótt og heilsu á umsóknarblaðnum. Í Havn krevst støddfrøði C.
Upptøka á FHS er treytað av, at umsøkjarin:
1) Hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði, og
2) hevur lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.
Umsøkjarar, sum ikki lúka hesi krøv, kunna tó verða tiknir inn eftir meting skúlans.
Kunngerð um FHS : www.logir.fo/Kunngerd/110-fra-07-10-2015-um-stodisutbugving-innan-fyrisitingarokid-handilsokid-og-skrivstovuokid
Vegna Miðnámsskúlan í Suðuroy. Ole V. Laursen
Tag:FHS