Framhald: Námsferð í Barcelona

Leygardagurin og sunnudagurin bjóðaði uppá ymiskt spennandi. Vit hava vitjað ymisk støð og næmingarnir hava eisini sett dám á dagarnir m.a. við framløgum, ljóðfílum og handouts/faldarum 😎

Vit vitjaðu t.d. Picasso museum, har okur sóu bæði málningar, tekningar og keramik hjá Pablo Picasso. Vit hava sæð flottar kirkjur, sum t.d. Catedral de Barcelona og Basílica del Sagrada Corazón Tibidabo, har síðstnevnda liggur á hægsta fjallinum í Barcelona, sum eitur Tibidabo. Fyri at koma uppá fjallið, fóru vit í sporvogn hálvan vegin upp og síðan fóru vit í ein lítlan buss restina av leiðini. Leygarkvøldið hugnaðu vit okkum á einum “Catamaran Sunset Cruise”, har vit sigldu við katamarani og hoyrdu live-tónleik 👌 Harumframt hava vit vitjað loppumarknað, Parlamentið og sjálvandi eisini tí kendu keypsgøtuna “La Rambla” og nógv nógv annað 🙂

Sigast skal eisini, at fetini hava verið nógv (flest okkara hava ur og telefonir, ið telja fetini) – í minsta lagið 15.000 fet, ið svarar til 10-12 km 💪🚶🏻‍♀️🚶

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

X