Gongutúrur í Hvannhaga

Fríggjadagin vóru næmingar og lærarar frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy ein gongutúr í Hvannhaga.

Túrurin byrjađi við skúlan í Trongisvági, síðani varð farið farið til gongu niðan á Ranan. Frá Rananum helt leiðin fram upp á Rásina, eftir hetta gekk leiðin beinleiðis ímóti Hvannhaga. Øll savnaðist uppi á Grindini og so varð farið niður aftir. Gingið var eftir gøtuni til vatnið í Hvannhaga, har varð hildin ein steðgur og øll høvdu møguleika at eta matpakka. Á veg heim aftur, fóru tey flestu upp gjøgnum Frostgjógv. Hetta var ein sera flottur og góður túrur.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

X