Hey tikor!
Nú eru vit á veg heim úr Íslandi eftir nakrir deiligir og hendingarríkir dagar í Ólafsfjørði , ið liggur í norður Íslandi. Vit hava verið saman við øðrum næmingum úr norðurlondum (Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland). Vit hava upplivað nógv m.a. sæð Goðafoss, vitjað sildasavnið í Siglufjørði og Pálshús museum í Ólafsfjørði, svomið í Mývatni, sum var sera lekkurt , vitjað “Love cave”, ið er at síggja í røðini; Game of Thrones.
Gjárskvøldið endaði við einum braki, har ið vit føroyingar spontant lærdu hini londini, og eisini næmingar úr Kroatia, Spania og Portugal, at dansa føroyskan dans