Ítróttardagur 2024

Tann stóri árligi ítróttardagurin varð hildin í Vági herfyri og tað vóru sera nógvir luttakarar bæði frá Miðnámi í Suðuroy, Tvøroyrar Skúla, Vágs Skúla, Ítróttarháskúlanum og Føroya Eftirskúla. Dagurin byrjaði við felags upphiting í høllini, síðani var bæði fótbóltur, badminton, borðtennis, flogbóltur, zumba og annað á skrá. Sum nakað nýtt í ár hevði næmingaráðið skipað fyri, at hvør flokkur fekk eitt flagg, ið man skuldi lata seg í eftir. Hetta var ein minnisríkur og sera væleydnaður dagur 👍

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

X