Jólahald á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Fríggjadagin var seinasti undirvísingardagur á Miðnámsskúlanum í Suðuroy fyri jól og nú eru øll á skúlanum farin í jólafrí. Aftur í ár varð skipað fyri einum hugnaligum jólahaldi á skúlanum, ið kanska var heldur øðrvísi enn undanfarnu árini vegna serligu støðuna við Covid-19. Miðnámsskúlin bjóðaði øllum okkurt gott til matna og skipaði fyri einari spurnarkapping, har flokkarnir kappaðust ímóti hvørjum øðrum og ímóti lærarum. Næmingar í tónleiki settu dám á jólahýrin við hugnaligum jólatónleiki. At enda fingu vit rís à l’amande og gáva varð latin einum hepnum næmingi, ið fekk mandluna.

Vit frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár. Vit síggjast aftur í nýggja árinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

X