Lærari til Miðnámsskúlan í Suðuroy

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara, ið kann átaka sær at undirvísa í donskum, at byrja
á skúlanum 1. januar 2022. Talan er um tvey hold á A-støði, 8 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri
fleiri tímum, um ein eisini kann undirvísa í enskum ella sálarfrøði.

Setanar- og lønartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsóknir skulu stílast og sendast til: Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri ella
sendast til teldupostbústaðin: mis@skulin.fo. Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í
hendi í seinasta lagi mánadagin 22. novembur 2021 kl. 12.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan á tlf. 614201, mis@skulin.fo ella á heimasíðuni
www.midnam.fo

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

X