Í miðlakunnleika lærir tú um filmar og miðlar, tú lærir at verða kritisk/ur og greinandi fyri miðlum, ið tú møtir á alnótini, í sjónvarpinum og í biografinum.
Miðlakunnleiki er ein verklig og kreativ lærugrein, har tú í bólkum hevur møguleika at gera ymsar films- og miðlaframleiðslur innan fiktión- og faktagreinirnar. Í miðlakunnleika hava næmingar til dømis gjørt lýsingafilmar, tíðindainnsløg, interviews og stuttfilmar – tað er bert títt hugflog, ið setir avmarkingar.
Miðlakunnleiki hevur eina aðra tilgongd enn aðrar lærugreinar á miðnám. Nýhugsan og tað, at arbeiða sjálvstøðugt, er miðdepilin. Tú skapar og leiðir sjálv/ur tínar framleiðslur frá hugskot til lidnan film, samstundis fært tú venjing í at skapa úrslit í einum bólki, har nógvi smálutir skulu spæla saman, fyri at filmsframleiðslan skal verða góð.
Tú lærir at hugsa tína miðlaframleiðslu inn í samfelagslig høpi og at hugleiða um málbólkar og møguligir talgildir platformar.
Í miðlakunnleika verður útgangsstøðið tikið í veruleikanum. Tú hevur til dømis møguleika at arbeiða við eksternum samstarvsfeløgum, kundum og málbólkum, ið annars ikki hava tilknýti til skúlan. Tað er gleðin við at siga frá eini søgu, ið er drívmegin í hesu lærugrein.
Grundleggjandi lærir tú at samskifta á kreativan hátt við livandi myndum til ymsir málbólkar og við ymsum samskiftishættum. Hetta er ein førleiki, ið hevur stóran týdning í modernaða arbeiðslívinum.
Á Miðnámsskúlanum í Suðuroy ber til at velja: