Á Miðnámi í Suðuroy leggja vit dent á tað góða umhvørvið, har næmingar og lærarar hava felags ábyrgd av at skapa ein skúla, ið styrkir tann einstaka fakliga, sosialt og persónliga.
Tí hava vit nakrar meginreglur, sum vit øll virða og fylgja.
Endamálið við lestrar- og skilhaldsreglunum er at skapa eitt gott undirvísingarumhvørvi við læring og trivnaði í hásæti til tess at næmingar røkka málinum við útbúgvingini. Hetta inniber, at lærarar og næmingar virða hvønn annan og vísa tolsemi og hjálpsemi móti hvørjum øðrum soleiðis, at pláss er fyri okkum øllum á Miðnámsskúlanum.
Skúlin kunnar allar næmingar og lærarar um galdandi reglur, sum eisini eru alment tøkar á heimasíðu skúlans, og hvør einstakur hevur ábyrgd av at fylgja teimum. Lestrar- og skilhaldsreglurnar eru dagførdar 8. august 2024.
Lestrarvirkni og luttøka:
Á Miðnámi í Suðuroy er møtiskylda og tað verður roknað við, at øll hava virðing fyri undirvísingini. Øll skulu møta rættstundis og næmingar skulu ikki fara úr flokshølinum uttan loyvi, meðan undirvíst verður.
Næmingar skulu vera virknir í undirvísingini. Tað merkir, at næmingar skulu:
- vera fyrireikaðir til undirvísingina
- lata uppgávur inn til tíðina og í fyrisettum vavi
- luttaka virkið í undirvísingini
- hava frálærutilfar við sær til undirvísingina
- kunna seg dagliga um skúlating, innlatingar og boð á Lectio
- kanna og lesa teldupost dagliga á skulin.fo (Office 365)
Næmingar skulu luttaka í felagstiltøkum, sum eru partur av undirvísingini. Frávera frá felagstiltøkum
verður skrásett eins og frávera frá undirvísing.
Skúladagurin er frá kl 8:10 til kl 15:05. Tað merkir, at 1.-4. blokkar kunnu leggjast inn í tímatalvuna uttan ávaring. Undirvísingartímar, felagstiltøk o.a. kunnu leggjast aftrat tímatalvuni ella flytast eftir avtalu við leiðsluna. 5. blokkur verður brúktur eftir tørvi. 5. blokkar verða lagdir í samráð við leiðsluna og skulu fráboðast næmingum í seinasta lagi 1 viku áðrenn, teir verða lagdir inn í tímatalvuna.
Somu reglur eru galdandi, tá undirvísingin er skipað sum fjarundirvísing.
Frávera:
Næmingar hava skyldu at møta til tímarnar og at lata allar skrivligar uppgávur inn. Frávera frá tímum og vantandi innlatingar verða skrásettar í Lectio. Tímarnir verða skrásettir í blokkum (á 90 minuttir) og innlatingar í næmingatíð samsvarandi ráðløgdu undirvísingini og innlatingarætlanini.
Øll frávera verður skrásett – eisini sjúka, tannlæknavitjan og um tú kemur ov seint. Er talan um longri sjúkulegu, kann næmingurin fáa fráveruna góðskrivaða við læknaváttan. Ætlað frávera, sum til dømis skurðviðgerð, skal fráboðast í góðari tíð.
Næmingar hava skyldu at møta til allar fyriskipaðar royndir so sum várroyndir og ársroyndir. Um næmingur ikki hevur lógliga orsøk til fráveru, kann honum ella henni verða noktað uppflyting í næsta flokk.
Lærarar hava skyldu at skráseta uppmøting sama dag og innlatingar dagin eftir, at freistin er farin. Næmingar hava skyldu regluliga at fylgja við í skrásetingini og beinanvegin boða frá, um feilur er í skrásetingini.
Uppmøting:
Næmingar kunnu í mesta lagi hava 15% fráveru frá einari lærugrein ella í mesta lagi 10% fráveru samanlagt.
Um fráveran fer upp um 10% av higartil lisnum tímum ella upp um 15% av higartil lisnum tímum í einari lærugrein, verður næmingurin beindur til lestrarvegleiðingina.
Lestrarvegleiðingin ger eina meting av orsøkunum til høgu fráveruna og kunnar næmingin um møguliga hjálp eins og um avleiðingar, um næmingurin ikki fær bøtt um fráveruna.
Lestrarvegleiðingin kann eftir tørvi beina næmingin til skúlamentorin, sum veitir hjálp og stuðul við at skipa gerandisdagin og heimaarbeiðið. Sí meira um mentorskipanina her. Skúlin hevur eisini sálarfrøðing og prest, sum næmingar kunnu tosa við eftir tørvi.
Um fráveran heldur fram at vaksa og fer upp um 15% av higartil lisnum tímum, kann fráboðan verða send Studna um, at næmingurin ikki er lestrarvirkin. Næmingurin fær skrivliga ávaring 2 vikur áðrenn, fráboðan verður send Studna og kann sostatt náa at bøta um støðuna, áðrenn studningurin verður steðgaður.
Heldur støðan fram at versna, kann næmingurin dumpa viðkomandi fak, gerast sjálvlesandi ella í ringasta føri verða burturvístur. Er talan um lærling, sum verður burturvístur, fellur lærusáttmálin burtur.
Vísir fráveruuppgerðin hinvegin, at næmingurin hevur megnað at lækka fráveruna, kann næmingurin gerast lestrarvirkin aftur.
Nýtir skúlin agatiltøk móti næmingi, sum er undir 18 ár, verða foreldur/avvarðandi kunnað. Er talan um lærling, verður lærumeistarin kunnaður.
Skrivlig avrik:
Skrivlig avrik, ið eru beinleiðis partur av próvtøku, skulu øll latast inn. Hetta kann t.d. vera royndarfrágreiðingar, ið eru partur av munnligum próvtøkum.
Lærarin skal lata næminginum uppgávuorðingar í góðari tíð frammanundan innlatingina og í minsta lagi eina viku áðrenn innlatingardagin. Størri uppgávur (meira enn 5 NT) tó í minsta lagi 14 dagar frammanundan.
Lærarin rættar skrivliga avrikið, metir um hetta í dygd og vavi og letur næminginum tað aftur.
Um innlatingin ikki kemur rættstundis, og ongin avtala er gjørd við læraran um hetta frammanundan, tekur lærarin ikki ímóti uppgávuni og hon verður skrásett sum ikki innlatin.
Um skrivliga fráveran fer upp um 10% í einari lærugrein, verður næmingurin beindur til lektiucafé uttan fyri vanligu tímatalvuna. Her fær næmingurin høvi at innheinta vantandi innlatingar við hjálp frá viðkomandi lærarum ella øðrum næmingum eftir tørvi. Næmingurin kann eisini verða beindur til skúlamentorin, sum veitir hjálp og stuðul til m.a. samskipan av og hugsavnan ísv. skrivligar uppgávur, innlatingar og skúlaviðurskifti sum heild. Sí meira um mentorskipanina her.
Um næmingur ikki møtir til lektiucafé ella skúlamentorin og skrivliga fráveran ikki batnar, eru agatiltøkini tey somu, sum fyri vantandi uppmøting til undirvísing.
Snýt:
Miðnám í Suðuroy leggur stóran dent á reiðiligan skúlaskap og góðtekur ikki snýt. Hevur ein lærari illgruna um snýt í sambandi við skrivliga uppgávu, fær næmingurin boð um at veita eina frágreiðing. Metir lærarin, at talan er um uppgávu hjá øðrum næmingi, avskrift av netinum ella annað snýt, til dømis vitlíki, kann lærarin geva -3 í støðumeti ella krevja næmingin eftir nýggjari innlating.
Verður brotið endurtikið, kann næmingur burturvísast.
Telefonir, teldlar og teldur:
Teldan er arbeiðsamboð og skal við í skúla hvønn dag, um ikki annað er fráboðað. Teldan skal sløkkjast, um lærarin gevur boð um hetta.
Á Miðnámi í Suðuroy hava vit telefon-fría skúlagongd, undantikið tá ið telefonin skal brúkast í undirvísingini eftir avtalu við lærara. Tað merkir, at telefonir skulu latast inn á tilskilaðum stað við komu í skúla og kunnu heintast aftur frá móttøkuni, tá ið skúladagurin er liðugur. Um næmingar taka telefonina fram undir undirvísingini uttan loyvi frá læraranum, kann lærarin leggja hald á telefonina. Hon verður síðan løgd í varðveitslu hjá móttøkuni, har næmingurin kann heinta hana aftur, tá ið skúladagurin er liðugur.
Teldlar skulu einans brúkast og vera frammi eftir loyvi lærarans.
Matur og drekka:
Næmingar kunnu eta í kantinuni og við borðini í miðhæddini. Tað er ikki loyvt at eta í skúlastovunum.
Rudding:
Hvør einstakur næmingur hevur ábyrgd av at varðveita ein reinan og ruddiligan skúla. Hetta inniber m.a.:
- At rudda upp eftir sær, tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshølum
- At seta stólar upp undir borðið, har hetta er gjørligt
- Koppar, gløs, borðiskar og annar borðbúnaður skal setast á tilskilaða økið í kantinuni.
Rúsdrekka, rúsevni, royking og snús
Ikki er loyvt at hava rúsdrekka ella rúsevni við á skúlan ella at møta upp ávirkaður. Tað sama er galdandi í sambandi við námsferðir.
Royking og snús eru bert loyvd á tilskilaðum stað uttandura.
Myndir og upptøkur
Ikki er loyvt at taka film, mynd ella ljóð upp uttan samtykki. Ei heldur er loyvt at leggja nakað út á talgildar ella aðrar miðlar uttan loyvi frá viðkomandi, ið er á upptøkuni/myndini.
Happing og kúgan
Á Miðnámi í Suðuroy verður ikki tolt, at nakar happar, er kúgandi, særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð. Sama er galdandi fyri talgilda happing og útihýsing, eins og tað undir ongum umstøðum er loyvt at gera mismun vegna kyn, rasu, húðarlit, tjóðskaparligan ella etniskan uppruna, trúgv, kynsligan samleika ella brek.
Agatiltøk
Skúlin kann seta tiltøk í verk móti teimum, sum bróta skilhaldsreglurnar á skúlanum. Tiltøk skulu samsvara við brotið á reglurnar og kunnu vera:
- At næmingur verður burturvístur úr tímanum/blokkinum og tá verður hann skrásettur sum fráverandi. Lærarin tekur avgerð um hetta og boðar rektaranum frá, hví hetta varð gjørt
- At næmingurin fær eina rættleiðing/ávaring og boð um at bøta um støðuna
- At næmingur verður noktaður at luttaka í ávísum virksemi ella tiltøkum, herundir námsferðir
- At næmingurin kann verða burturvístur í eitt avmarkað tíðarskeið og skrásettur sum fráverandi. Hetta kann í mesta lagi vera 10 dagar í einum skúlaári.
- At næmingur kann burturvísast frá skúlanum.
Um næmingur hevur framt grovt brot á skilhaldsreglurnar, t.d. harðskap og/ella herverk, kann næmingurin verða burturvístur uttan ávaring.
Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk. Er talan um lærling, verður lærumeistarin kunnaður.
Mannagongd í sambandi við loyvda fráveru hjá næmingum, ið umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan
Næmingar, ið eru útvaldir at umboða Føroyar í altjóða kappingum ella tiltøkum innan ítrótt, list ella mentan, kunnu sambært ‘Rundskrivi um fráveru hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum’ frá 27. oktobur 2016 søkja um loyvi at fáa loyvda fráveru frá skúlanum upp til í mesta lagi 10 skúladagar/skúlaár. Umsóknir um loyvda fráveru í sambandi við at umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan verða játtaðar treytað av, at næmingurin røkir skúlan til fulnar, t.e. møtir væl upp og letur væl inn og annars heldur lestrar- og skilhaldsreglur skúlans. Næmingur kann ikki frítakast fyri skrivligar uppgávur.
Umsóknin skal latast leiðsluni í góðari tíð. Í umsóknini skal verða greitt frá tiltakinum og leiklutinum, sum næmingurin hevur í kappingini ella tiltakinum og harvið greitt frá, hvussu næmingurin umboðar Føroyar í kappingini ella tiltakinum. Næmingurin sendir sjálvur umsóknina saman við váttan fyri úttøku frá felagnum. Um talan er um fráveru í ársroyndar-/próvtøkutíðarskeiði, má umsóknin sendast í seinasta lagi 1. mai.