Lestrarvegleiðing

Um lestrarvegleiðingina
Skúlin bjóðar lestrarvegleiðing til allir næmingar. Endamálið við lestrarvegleiðingini er at geva næmingum individuella vegleiðing um lestrarligar, peningaligar, sosialar og persónligar trupulleikar, sum hava samband við útbúgvingina. Tað er av stórum týdningi, at um ein næmingur ætlar sær at gevast, at hann tosar við lestrarvegleiðingina.

Umframt tað persónligu vegleiðingina hevur lestrarvegleiðingin skeið í almennum lesiteknikki. Kunnað verður eisini um vallærugreinar, víðari lestur og arbeiðsmøguleikar. Fyri at røkka hesum máli, hevur skúlin eitt umfatandi savn av upplýsingum um víðari útbúgvingar.

Í løtuni starvast 2 lestrarvegleiðarir á skúlanum, tað eru Niels M. Jacobsen og Dania Toftheyggj. Lestrarvegleiðingin er ein tænasta til næmingar, so teir kunnu koma á mál við útbúgving sínari.

Samband:

Niels M. Jacobsen
Tpost: niels.m.jacobsen@skulin.fo
Tlf.: +298 224011 og +298 372082

Dania Toftheyggj
Tpost: dania.toftheyggj@skulin.fo
Tlf. +298 266724

Lestrarvegleiðingin heldur til í høli nr. 6.

X