
Løgmaður vitjar skúlan
Í dag, 22. februar, hevur løgmaður, Aksel V. Johannesen, vitjað Skúladepilin í Suðuroy.
Endamálið við vitjanini var at hitta næmingar og starvsfólk, sum fingu høvi at seta løgmanni spurningar og umrøða evni, ið eru viðkomandi fyri okkum.
Ein tími varð settur av til allar næmingarnar á Miðnámi og Heilsuskúlanum, og tey spurdu um alt frá stríðnum í Miðeystri til verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Harumframt varð lagt fram ynski um at fáa bygt eitt næmingaheim, sum er eitt ynski frá lærarum og næmingunum, bæði á Miðnámi og Heilsuskúlanum.
Eftir hetta bjóðaði Miðnámsskúlin løgmanni ein betri bita, meðan rektarin hevði framløgu um framtíðarvisjónir fyri Skúladepilin, millum annað um ynskið at fara undir at bjóða VUC-útbúgvingar, økt skeiðsvirksemi og nýggjar breytir, sum ikki eru aðrastaðni í Føroyum og sum sostatt kunnu gera okkara skúla til nakað heilt serligt, ið næmingar úr øllum landinum kundu verið áhugað í.
Miðnám í Suðuroy takkar løgmanni fyri vitjanina.





