Mentorskipanin er ein stuðulsskipan til næmingar, sum hava avbjóðingar við at leggja sær skúladagin og skúlaarbeiðið til rættis.
Skipanin er til næmingar, sum t.d. í umsóknarblaðnum hava ynski um námsfrøðiligan stuðul og upplýsa um staðfestar diagnosur. Eisini ber til at koma inn í skipanina undir útbúgvingini, um næmingur verður diagnostiseraður ella um næmingur, foreldur ella lærari meta, at næmingur hevur tørv á stuðli til at skipa skúlaarbeiðið.
Tilboðið verður lagað til einstaka næmingin og kann vera í styttri ella longri tíðarskeið.
Talan er um sosialan og persónligan stuðul. Hevur næmingurin tørv á fakligari hjálp, verður faklærari settur á ta uppgávuna.
Mentortænastan veitir hjálp og stuðul til samskipan og hugsavnan í sambandi við skrivligar uppgávur, innlatingar og skúlaviðurskifti sum heild.
Næmingurin møtir regluliga til mentortænastuna eftir avtalu við mentorin.
Í samráð og samstarvi við næmingin arbeiða vit t.d. við:
- Hugsavnan, at læra og tilogna sær góðar arbeiðsvanar í mun til tær avbjóðingar, næmingurin hevur í skúlanum
- Samskipan av innlatingum, tá fleiri fella um somu tíð
- Yvirliti og raðfestingum bæði í mun til einstakar uppgávur og ta stóru heildina
- At leggja skilagóðar arbeiðsætlanir fyri heimaarbeiði og skúlagongdina sum heild.
Næmingurin hevur skyldu at møta til avtalaðu tíðirnar við mentorin. Um ikki ber til at møta, skal næmingurin skjótast til ber boða mentorinum frá.
Luttøka hjá næminginum verður skrásett. Um næmingur ikki møtir til avtalurnar tvær fylgjandi ferðir uttan fráboðan, verður mett, at næmingurin ikki ynskir at brúka tænastuna og plássið kann verða latið øðrum.
Lestrarvegleiðarar vísa til mentorskipanina.
Skúlamentorin á Miðnámi í Suðuroy er:
Katja Lervig
katja.lervig@skulin.fo
+298 595539