
Nýtt næmingaráð
Vit eru fegin um, at næmingaráð er valt og nú hevur skipað seg á Miðnám í Suðuroy. Eitt næmingaráð hevur til uppgávu at virka sum ein rødd fyri næmingar og flokkar á skúlanum, samstundis er tað við til at tryggja, at lestrartíðin á skúlanum verður so góð sum gjørligt.
Nýggja næmingaráðið er skipað soleiðis:
- Tóra Bjarnason, 2.a (forkvinna)
- Maria Dalfoss Kærbech, 3.x (næstforkvinna)
- Sissal Ragnarsdóttir Nolsøe, 3.a (skrivari)
- Hjalmar Hammer, FHS
- Arne Filip Bech, 1.a
- Andrea Danielsen, 1.x
- Beinta Holm Skaaning, 2.x
Næmingaráðið er nú klárt at fara til verka. Spennandi verður at vita, hvørji mál tey hava á skrá. Vit ynskja teimum bestu eydnu við arbeiðinum og vóna at fáa eitt gott samstarv.



